Tað møttu nógv fólk upp til kunnandi fundin, ið Norðhús hevði um íbúðarbyggingina úti á Norðoyri.
Fyri at fara í gongd við at byggja íbúðirnar hevði Norðhús sett sær fyri, at selja tær fyrstu seks íbúðirnar, men áhugin er so stórur, at tað manglar lítið í, at Norðhús kann fara í gongd við allar tólv íbúðirnar beinanvegin.
Ætlanin er at fara í gond við at byggja fyrsta dagin, men enn eru nøkur ting sum skulu fáast uppá pláss, áðrenn fari verður í gongd.
Tað er enn møguleiki, at ogna sær eina íbúð við at venda sær til Norðhús.