Norðhús skal innrætta hølini til økisterapiina

Norðhús skal innrætta ein part av kjallarahæddini undir Sambýlinum á Heygnum, sum skal hýsa økisterapiini í Norðoyggjum. Norðhús hevði lægsta boðið og 22. apríl varð sáttmálin undirskrivaður. Hølini verða væntandi klár at taka í brúk um miðan august 2010.