Norðhús byggir og byggir

Fyri góðari viku síðani var reisigildi hjá FK í Klaksvík, har umboð fyri Føroya Keypsamtøku og byggifyritøkuna Norðfra vóru komin saman. Bygningurin verður um 1.000 fermetrar og kemur at liggja væl fyri í snotiligum sniði við góðum parkeringsmøguleikum.

Sørin Danielsen, formaður fyri FK í Norðoyggjum segði nøkur vælvald orð, har hann í stuttum greiddi frá, hvussu vegurin frá byrjan í 1961 hevði verið og til støðuna ídag, nú nýggi bygningurin er reistur á Nólsoyar Pálsgøtu.

Stjórin í FK, Finn Nielsen, helt eisini fyri, at hann frøddist um, at arbeiðið gongur so væl,  soleiðis at tíðarætlanin hevur hildið, og vónaði tí, at FK kundi flyta inn áðrenn jól, um ikki nakað óvantað kom uppí.

Norðhús er altíð til dystin fús við nýggjum byggiarbeiðum.

Fyritøkan hevur fleiri størri og minni byggiarbeiðir úti um landið so væl sum í Klaksvík.

Tilber at seta seg í samband við Norðhús, sum altíð er til reiðar við upplýsingum:

info@nordhus.fo
Telefonir:  477 545
Fartelefonir: 217 545 og 237 501