Reyni Service

Hóast Norðoyatunnilin ikki var komin, fór Reyni Service við Eivindi av Reyni undir henda prýðiliga bygning í Klaksvík, umfrat stóru og víðfvendu bygningarnar teir hava í Tórshavn.

Reyni Service, sum er størsta bilfyritøka í Føroyum, hevur gjøgnum árini havt eina sera dygga tænastu. Sjálvandi er tað komið væl við, at fáa eitt so heimskent og dygt merki, sum Toyota er.

Tað tekur langa tíð at byggja eina góða fyritøku upp. Ein sølu- og tænastufyritøka verður bygd upp við áliti, kvalitetsríkum og kendum merkjum. Her hevur Reyni Service ikki verið nakað undantak.


Yvir hálva øld hevur Reyni-familjan arbeitt við at selja bilar, hava sæð í eyguni, at um ikki henda tænasta er áhaldandi, verður oftast torført at fáa kundarnir fasthildnar við somu merkini.

At Norðhús slapp at byggja henda prýðiliga bygning var tí ein forrættur. Her var gott samstarv millum byggiharra og byggifyritøku