El-in

Ofta hevur verið tikið til, at antin ræðist tú eina kreppu og heldur undan, ella er tað júst tíðin, tá tú við dirvi fert út í eina menning, sum gevur væl av sær. ElHilmar Danielsen valdi seinna lutin

Tað var í hóttafallsárunum fyrst í 1990unum, at Hilmar Danielsen tók ta avgerð, at flyta úr miðbýnum í Klaksvík, úr handilshølunum, sum omma og abbi hansara bygdu seinast í fyrra helmingi av 20. øld. Hetta sum ídag verður bygd aftur í nýggjari deild hjá Eik.

Hann hevur helst sæð, at Føroyar vóru á veg uppaftur úr størsta búskaparliga dali síðani í 1930unum. Tað eru nøkur, sum síggja longur enn onnur, og skalt tú hava ein góðan handil ídag, er neyðugt við góðum plássi, bæði inni og uttanum.

Í nýggja økinum við Borðoyarvík, sum seinni fekk navni Klingrugarður, sá hann sær ein møguleika, ikki tí at hann var tryggur í at Norðoyatunnilin fór at koma, hóast hann hann helst hevði tað í kvittanini, men har var gott pláss, góðir parkerings-møguleikar. Hann vitsti, at fólk í dag fara við bili, tá tey skulu gera nakað, keypa, ella fara onnur ørindi.

Her vann Norðhús sær eisini møguleikan til hesa áhugaverdu verkætlan.