Íbúðirnar á Norðoyri seldar byggingin er byrjað

Bygdin Norðoyri rundar nú teir 100 íbúgvararnar, nú byggifelagið Norðhús hevur sett skjøtil á tær fyrstu seks íbúðirnar av í alt 12 íbúðum. Fyri umleið trimum mánaðum síðani fór Norðhús í gongd við at selja seks íbúðir, sum felagið hevði í hyggju at byggja á Norðoyri.

Væl hevur gingist at selja hesar seks fyrstu íbúðirnar, tí eftir at sølan byrjaði, eru fleiri umframt hesi seks, sum eru áhuga í at ogna sær eina íbúð har.

Íbúðirnar eru umleið 72 fermetrar til støddar.

Byggingin byrjaði seinast í juni mánað, og hava keypararnir fingið at vita, at teir sleppa inn í íbúðirnar í seinasta lagi 1. mars 2011.

Har íbúðirnar eru, er slættlendi, eitt vakurt útsýni og lætt er at sleppa til.



Ætla sær víðari

Norðhús, sum eigur meira lendi har, hevur tí í hyggju at fara undir næsta byggistigið, so skjótt nóg nógvir keyparar eru til íbúðirnar og fígging er komin uppá pláss.

Tað er Húsalánsgrunnurin í stendur fyri fíggingini av verkætlanini. Tó skal sigast, at Eik í ein mun eisini er við.

Stjórarnir í Norðhús, Hjalti og Rógvi Josephsen siga, at hetta hevur verið ein ætlan í longri tíð, men onnur arbeiði hava strongt so mikið á, at bíðað hevur verið við hesum.

Tað er Mercant, sum hevur staðið fyri søluni og hevur verið málsviðgeri í hesi verkætlanini.

Norðhús hevur í løtuni fleiri bæði smærri og størri arbeiði bæði í og uttanfyri Klaksvík, sum hevur eini 40 fólk í arbeiði.



Hetta var byrjanin til verkætlanina. Tær fyrstu 6 eru seldar, og nú eru tær næstu 6 til sølu.
Áhugað kunnu venda sær til Norðhús.




























Bygging av teimum fyrstu 6 er byrjað og verða klárar at flyta inn í seinast 1. mars 2011.