Handilsbygningurin Bónus reistur

Fríggjadagin 13. mars var samkoma í Skálanum í samband við at Bónus-handilin í Klaksvík var reistur. Sáttmálin varð undirskrivaður millum Bónus og Norðhús 3.november 2008.Tá varð komið ásamt um, at Norðhús skal lata arbeiðið frá sær mánaðaskiftið mai/juni, so aðrir sleppa at gera sítt arbeiði liðugt m.a.el, hvs, málarar o.a.

Fríggjadagin 13. mars var samkoma í Skálanum í samband við at Bónus-handilin í Klaksvík var reistur.

Sáttmálin varð undirskrivaður millum Bónus og Norðhús 3.november 2008.Tá varð komið ásamt um, at Norðhús skal lata arbeiðið frá sær mánaðaskiftið mai/juni, so aðrir sleppa at gera sítt arbeiði liðugt m.a.el, hvs, málarar o.a.

Hesin handilsbygningurin, sum er 1.350 fermetrar til støddar, stendur tætt við inn- og frákoyringina við Norðoyatunnilin, í Klingrugarði, og stendur soleiðis ómetaliga væl fyri, bæði hjá teimum sum koma til Klaksvíkar og fara avstaðaftur. Hetta tí vælvælt pláss.

Í samband við samkomuna í Skálanum vóru røður hildnar av Gunvá við Keldu, borgarstjóra og Niels Mortensen stjóra fyri Bónus-fyritøkuni.

Tey komu hvør á sínum øki inn á týdningin av, at Klaksvík fekk framkomnar handlar, og at Bónus við hesum stóra fetinnum frá handlinum á Stongunum og til hendan nýggja í Klingrugarði er vegvísari í handilssøguni í Klaksvík.

Niels Mortensen, var fegin um, at hann hevði vælt byggifyritøkuna Norðhús og takkaði fyri gott samstarv, samstundis sum hann segði, at hann ynskti at fáa bygningin lidnan eisini uttanum, áðrenn hann verður tiki í nýtslu helst seinast í juni mánaða.

Eisini helt hann fyri, at gott var eisini at síggja fleiri Norðhús skilti í Havnini, sum týddi uppá, at Norðhús eisini hevði arbeiði aðrastaðni enn í Klaksvík.