Eldrasambýlið Giljagarður

Nú Eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík hevur verið í nýtslu stívliga 4 ár, hava fólk tikið til, hvussu væl hann er fallin inn í gerandisdagin hjá leirvíkingum.

Nú Eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík  hevur verið í nýtslu stívliga 4 ár, hava fólk tikið til, hvussu væl hann er fallin inn  í gerandisdagin hjá leirvíkingum.

Í Eldrasambýlinum, Giljagarði í Leirvík húsast 9 búfólk, og eitt er til umlætting.

Leirvík, sum er ein rættuliga gomul búseting hevur tí sína søgu. Í nýggjari tíð hevur bygdin verið eyðkend fyri arbeiðssemi við stórum íløgum bæði í virkjum, bátu og størri førum.

At bygdafólki sum eldist og fær brúk fyri at fáa eina góða tænastu, sleppa frá at flyta langt frá heimliga umhvørvinum, kemur ikki bara teimum sjálvum væl við, men so sanniliga eisini teirra skyldfólki, so lætt er at fara á vitja.

Enn er so í Føroyum, at vit koma “hvørjum øðrum við”, ja, kanska meiri enn í útlondum. Hetta er ein virðismikil lutur.

Tað var tí hugaligt, at Norðhús fekk tann heiður at sleppa at byggja henda snotuliga bygning, sum hevur sæð út til at virka væl.