”Við hesari nýggju høllini verða allir trupulleikarnir loystir. Eitt nú verða munandi betri umstøður hjá leikarunum í Klaksvíkar Badmintonfelag - til dømis kunnu 20 leikarar venja samstundis uttan nakrar trupulleikar. Tá hava teir ein hálvan vøll í part, og verður hetta mett at vera sera gott.”
- Jákup Anthoniussen, formaður í Klaksvíkar Batmintonfelag
Tann 28. september 2006 varð byggisáttmáli undirskrivaður, og vóru tað Jákup Anthoniussen og Karl Josephsen, ið skrivaðu undir umboðandi ávikavist Klaksvíkar Badmintonfelag og Sp/f Norðhús. Tíðarásetingin varð sett til eitt ár, og eftir ætlan skal bygningurin tá standa til reiðar at taka í nýtslu.
Reisigildið varð hildið tann 27. november 2006.
Bygningurin verður 53 metrar til longdar og 36 metrar til breiddar. Leikvøllurin inni í høllini skal eftir ætlan vera 800 fermetrar (20 x 40). Sjálv høllin skal vera 1900 fermetrar til støddar.
Kostnaðurin av bygninginum verður væntandi áleið 15 milliónir krónur.